Badmintonmenn spæla um bronsu

Oyggjaleikir: Tað eydnaðist ikki badmintonmonnunum, Hilmar Kass Jacobsen og Flóvin Skaalum Mikkelsen, at koma í hálvfinaluna í tvímansleiki, tá teir í kvøld annars vóru komnir so nær sum at spæla hálvfinalu.

Har møttu teir tveimum garvaðum grønlendingum, Bror Madsen og Taatsiannguaq Pedersen, sum vunnu dystin 2-0, við settúrslitunum 21-13 og 21-6.

Sostatt skulu Hilmar og Flóvin í staðin spæla bronsufinalu ímóti Albert Navarro Comes og Eric Navarro Comes av Menorca.

Enn er so ein møguleiki eftir, og tað er blandaður tvímansleikur, sum verður avgreiddur í morgin.

Tá skulu Sólfríð Hjørleifsdóttir og Magnus Dal-Christiansen spæla ímóti einum pari av Gibraltar, Guri Poulsen og Hilmar Kass Jacobsen ímóti einum pari úr Falklandsoyggjum, Brynhild D. Carlsson og Flóvin Skaalum Mikkelsen ímóti einum pari av Bermuda, og Rannvá D. Carlsson og Niclas H. Eysturoy skulu spæla ímóti einum pari úr Falkalandsoyggjum.