Badmintonlandsliðið í Slovenia

Tapti móti Slovenia í undankappingini til EM komandi ár. Spæla móti Hollandi í dag og Litava í morgin.

Tað føroyska badmintonlandsliðið luttekur á fyrsta sinni í liðdysti í mix til EM – kvalifikation í Lendava í Slovenia.

Í gjár tapti føroyska liðið 4-1 móti Slovenia. Á miðdegi í dag bresta Føroyar og Holland saman og í morgin spælir Føroyar móti Litava.

Í mix-liðdysti verða 5 dystir leiktir – einmansleikur hjá harrum, einmansleikur hjá kvinnum, tvímansleikur hjá harrum, tvímansleikur hjá kvinnum og blandaður tvímansleikur. Liðið sum vinnur minst tríggjar dystir vinnur liðdystin. Samlaði vinnarin í bólkinum luttekur í Mix-EM í Leuven í Belgia í februar í næsta ár. 

 

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttekur  í liðdysti í mix til EM og landliðið og BSF eru tí spentir at vita hvussu fer at ganga. Eisini er luttøkan hjá tí føroyska landsliðnum eitt týdningarmikið skritt fram ímóti at menna og hækka støðið á føroyskum badmintonlandsliðsleikararum við at geva leikarunum avbjóðingar á høgum altjóða støði.

 

Hesir venjarar og leikarar umboða Føroyar til EM-kvalifikatiónsdystirnar í Slovenia:

 

Venjarar:

Aritra Nandy

Magnus Gaard

 

Harrar:

Niclas Højgaard Eysturoy

Rógvi Poulsen

Nikolaj Gunnarstein

Benjamin Gunnarstein

 

Damur:

Kristina Eriksen

Sigrun Smith

Rannvá Djurhuus Carlsson

Brynhild Djurhuus Carlsson