Føroyar er við til EM-undankapping í badminton fyri blandað, sum er í Aire sur la Lys í Fraklandi. Badmintonlandsliðið, sum telur sjey spælararer, er farið avstað til EM-undankapping fyri blandað lið.
Dystirnir í bólkinum verða spældir í Aire sur la Lys í Frankaríki í hesum døgum. Hetta er triðju ferð, at Føroyar luttaka í EM-undankapping fyri lið. Føroyar eru í bólki saman við Frankaríki, Slovakia og Estonia.
- Síðsta stóra uppgáva hjá føroyska landsliðnum í ár er beint nú fyri framman, okkara spælarar skulu komandi dagarnar møta sterkum spælarum frá Frankaríki, Slovakia og Estlandi, so tey mugu standa saman, kempa og royna at fáa nakað burturúr teimum torføru dystunum, sigur formaðurin í BSF, Erik Engelbrecht Thomsen.
Tilsamans eru 23 tjóðir meldaðir til EM-undankappingina - og umframt, at tað verður spælt í Frankaríki, verður eisini spælt í Onglandi, Moldova, Portugal, Týsklandi, Póllandi og Bulgaria.
Hesir spælarar umboða Føroyar:
Rannvá Djurhuus Carlsson, Lyngby/HBF
Kristina Eriksen, HBF
Gunnva Jacobsen, HBF
Niclas Eysturoy, HBF
Bartal Poulsen, VibyJ/MBF
Benjamin Gunnarstein, KMB2010/HBF
Magnus Gaard er venjari og Kári Dal-Christiansen er ferðaleiðari.