Badminton: Simone Romme og Lena Maria Joensen eru føroyameistarar

Simone Romme og Lena Maria Joensen eru føroyameistarar í tvímansleiki

Simone Romme úr HBF og Lena Maria Joensen úr KBF gjørdust fyri løtu síðani føroyameistarar í tvímansleiki í badminton.

 

Hetta hendi eftir at tær vunnu 2-0 í settum á Adhyu Nandi og Miriam í Grótinum - báðar úr HBF

Fyrsta settið var sera tætt, men Simone og Lena megnaðu at enda at vinna tað 21-19.

Hetta vaks helst um sjálvsálitið hjá teimum, tí í øðrum setti vóru tær greitt omaná og vunnu tað 21-13, og gjørdust sostatt føroyameistarar.