Badminton og fimleikur rúka út av Oyggjaleikum

Endaliga avgerðin um, hvørjar ítróttargreinar verða við á næstu Oyggjaleikunum er tikin. Judo sleppir inn í hitan aftur, men fimleikur og badminton rúka út

Lerwick: Fyrireikararnir á Rhodos hava nú gjørt endaliga av, hvørjar ítróttargreinar vera við á Oyggjaleikunum har í 2007.
14 ítróttargreinar verða við, og meðan greinar sum judo, triathlon og tennis koma inn aftur í hitan, verða badminton og fimleikur koyrd út í kuldan.
Valið av ítróttargreinum hongur saman við, hvørjar fasilitetir vertirnir hava at bjóða, og Rhodos heldur seg ikki kunna skipa fyri eitt nú kappingum í badminton og fimleiki.
Badminton hevur altíð verið við til Oyggjaleikir, meðan fimleikur ikki hevur verið við hvørjaferð.
Oyggjaleikirnir á Rhodos verða í døgunum frá 30. juni til 7. juli í 2007.