Um vikuskiftið hevur badmintonkappingin Junior Faroe Islands Open verið í Klaksvík. Hetta er annað árið á rað, at hendan kappingin verður hildin. Í fjør varð kappingin hildin í Badmintonhøllini í Havn.
Í ár eru tað Klaksvíkar Badmintonfelag og Badmintonsamband Føroya, sum eru vertir. Aftur í ár eru badmintonspælarar úr Íslandi og Grønlandi komnir til Føroyar at spæla ímóti føroysku badmintonspælarunum. Spælt varð í aldursbólkunum U15A, U15M og U17/19M.
Leygardagin spældu tey einmansleik og sunnudagin vóru tvímansleikur og blandaður tvímansleikur á skránni. Ætlanin er at fáa fleiri og fleiri útlendskar leikarar til Føroyar at spæla til hesa kappingina.
Her eru úrslitini:
Einmansleikur gentur - U15A:
Gull: Maria Rún Ellertssdóttir, Ísland
Silvur: Sanna Thorkildshøj, HBF
Bronsu: Miriam Hávarsá, KBF og Emma Helena Yan Hansen, HBF
Einmansleikur dreingir - U15A:
Gull: Eli Joensen, KBF
Silvur: Nóa Eyðsteinsson, MBF
Bronsu: Aron Kennson og Hannis D. Rasmussen, ÍF
Einmansleikur gentur - U15M:
Gull: Adhya Nandi, HBF
SIlvur: Tina Rafaelsen, Grønland
Bronsu: Miriam í Grótinum, HBF og Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF
EInmansleikur dreingir - U15M:
Gull: Rúni Øster, HBF
Silvur: Kristian Matras Simonsen, HBF
Bronsu: Hákun Thorkildshøj, HBF og Hans Elttør, KBF
Einmansleikur gentur - U17/19M:
Gull: Gunnva Jacobsen, HBF
Silvur: Sissal Thomsen, HBF
Bronsu: Mona Rasmusdóttir, ÍF og Úlfheiður Ásgeirsdóttir, Ísland
EInmansleikur dreingir - U17/19M:
Gull: Ari Nandi, HBF
Silvur: Brynjar Már Ellertson, Ísland
Bronsu: Ari M. Jacobsen, KBF og Árant á Mýrini, MBF
Tvímansleikur gentur - U15M:
Gull: Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF/Tina Rafaelsen, Grønland
Silvur: Miriam Hávarsá, KBF/Maria Rún Ellertssdóttir, Ísland
Bronsu: Ingibjørg Muller/Annika Egholm, KBF og Erla Johannesen/Erla Jacobsen, KBF
Tvímansleikur dreingir - U15M:
Gull: Tórur Paulason/Kristian Matras Simonsen, HBF
Silvur: Hjalmar Gregersen/Regin Gleðisheygg, ÍF
Bronsu: Nóa Eyðsteinsson,MBF/Aron Kennson, ÍF og Leivur Joensen/Eli Joensen, KBF
Tvímansleikur gentur - U17/19M:
Gull: Gunnva Jacobsen/Sissal Thomsen, HBF
Silvur: Mona Rasmusdóttir, ÍF/Lena Maria Joensen, KBF
Bronsu: Inga Rósa Jónsdóttir/Harpa Kristný Sturlaugsdóttir, Ísland og Úlfheiður Ásgeirsdóttir, Ísland/Jóhanna Osberg Højsted, KBF
Tvímansleikur dreingir - U17/19M:
Gull: Ari M. Jacobsen, KBF/Árant á Mýrini, MBF
Silvur: Rúni Øster/Ari Nandi, HBF
Bronsu: Simon Orri Jóhannsson/Davið Ørn Harðarson, Ísland og Brynjar Már Ellertsson/Magnus Daði Eyjólfsson, Ísland
Blandaður tvímansleikur - U15A:
Gull: Maria Rún Ellertssdóttir, Ísland/Aron Kennson, ÍF
Silvur: Erla Johannesen/Eli Joensen, KBF
Bronsu: Fríða Dalheim/Regin Gleðisheygg, ÍF og Annika Egholm, KBF/Nóa Eyðsteinsson, MBF
Blandaður tvímansleikur - U15M:
Gull: Adhya Nandi/Rúni Øster, HBF
Silvur: Bjarnhild í Buð Justinussen, KBF/Hjalmar Gregersen, ÍF
Bronsu: Ingibjørg Muller, KBF/Tórur Paulason, HBF og Anita Jónfinnsdóttir/Kristian Matras Simonsen, HBF
Blandaður tvímanleikur - U17/19M:
Gull: Úlfheiður Ásgeirsdóttir/Simon Orri Jóhannsson, Ísland
Silvur: Milka Brønlund, Grønland/Ari M. Jacobsen, KBF
Bronsu: Lena Maria Joensen, KBF/Ari Nandi, HBF og Inga Rósa Sturlaugsdóttir/Brynjar Már Ellertsson, Ísland