Fyri løtu síðani hevur badminton landsliðið hjá Føroyum eisini spælt dyst. Endaliga úrslitið varð, at føroyingar vunnu ein sannførandi 5-0 sigur ímóti Orkneyoyggjunum.
Tá tað er landsdystur, er tað skipað soleiðis, at tað vera ymiskir dystir spældir. Ein í single hjá harrum, ein í single hjá kvinnum, ein í double hjá harrum, ein í double hjá kvinnum og síðani ein í mixdouble.
Í harrasingle hjá monnum vann Bartal Poulsen 21-5 í báðum settunum, meðan Rannvá Djurhuus Carlsson vann 21-5 í fyrsta settinum og 21-6 í næsta settinum.
Í double hjá monnum vunnu Aksel Poulsen og Niclas H. Eysturoy 21-8 í fyrsta settinum og 21-7 í næsta settinum, meðan Sólfríð Hjørleifsdóttir og Kristina Eriksen vunnu síni sett 21-13 og 21-15.
Tey seinastu, ið spældu fyri Føroyar vóru Gunnvá Jacobsen og Magnus Dahl Christiansen, ið umboðaðu okkum í mix. Tey vunnu 21-13 í fyrsta settinum, meðan tey vunnu 21-11 í næsta settinum.
Samanlagt vunnu føroyingarnir tí allar teir fimm dystirnar lættliga, soleiðis at støðan endaði 5-0 til Føroyar.
Tað er nógvur hiti í høllini hjá badmintonleikarunum, tí einki aircondition er í høllini. Fyri løtu síðani svímaði ein eldri maður frá Jersey eisini inni í høllini, orsakað av tungu luftini í høllini.
Føroyska badminton landsliðið skal klokkan 16:00 spæla seinna dystin í dag. Hann verður ímóti Hetlandi