Føroyar spældu bronsudyst móti Oynni Man í liðkappingini á oyggjaleikunum í Gibraltar. Føroyar vunnu 3-0. Soleiðis gekk tað teir tríggjar dystirnar:
1) Bartal Poulsen vann 2-0 á Tobey Cheng í einmansleikinum hjá monnum. Bartal vann settini 21-11 og 21-17.
2) Adhya Nandi 2-1 á Kim Clague í einmansleikinum hjá kvinnum. Settmunurin var 21-11, 16-21 og 21-16.
3) Niclas H. Eysturoy og Bartal Poulsen vunnu 2-0 á Matthew Nicholson og Steven Quayle. Settmunurin var 21-18, 23-25 og 21-16.
Í morgin byrja innleiðandi dystirnir í einmansleiki, tvímansleiki og í blandaðum tvímansleiki. Finalurnar verða fríggjadagin. Verður talan um føroyskar finalistar fer FM1 at siga beinleiðis frá dystinum.