Báðir uppflytararnir vunnu

B68 og 07 Vestur taptu ímóti ávikavíst AB og Skála

Síðstu dystirnir í kappingini hjá venjarafelagnum, VFF kappingin, eru í Gundadali í dag.

 

Uppflytararnir í AB vunnu fyrr í dag 1-0 ímóti B68, og skálamenn, sum í heyst tryggjaðu sær pláss í bestu deildini, vunnu 2-1 ímóti 07 Vestur.

 

Í løtuni spæla EB/Streymur og KÍ, og B36 og Víkingur.

 

Finalan verður klokkan 16.00 millum HB og NSÍ, og hon verður víst á Rás2 hjá Televarpinum.