Filip Jojic hevur átt sín stóra lut í hondbóltsgreipuni hjá VÍF-monnum.
Stórskjúttin hevur í nógvum dystum verið avgerandi spælarin, og tá umræður málskjóting hevur eingin annars spælari staðið honum kurl.
Filip skeyt 191 mál í vetur. Tað er meira, enn nakar annar í deildini hevur gjørt, og so fekk hann sjálvandi steypið sum besti málskjútti.
Honum á baki komu Hans Eli Sigurbjørnsson úr KÍF og Bogdan Florea úr Team Klaksvík. Teir skutu ávíkavist 143 og 141 mál.