Báðir rógvararnir eru nú bjargaðir

Tað var eitt sindur kritiskt eina løtu, men nú eru teir báðir føroysku rógvararnir í góðum hondum

Teir báðir føroysku rógvararnir, sum máttu í bjargingarbátin í morgum mitt í Atlantshavi, vestan fyri Írland, eru nú bjargaðir. Tey skuldu rógva úr Miami til Føroya, men í morgun var ringt veður. Teir fingu ein sjógv, so báturin brotnaðu og tessvegna máttu teir báðir menninir í bjargingarbátin.

 

Hetta var í bretskum øki, og bretska bjargingartænastan fekk boð. Eitt farmaskip, sum var beint við, fór ímóti teimum, og fekk fatur á teimum. Og nú hevur MRCC so fingið váttað, at teir báðir eru bjargaðir umborð á farmaskipið, og at teir hava tað gott, Skipið er á veg til Rotterdam, og helst fylgja teir bara við, sigur MRCC.

 

MRCC sigur, at tað var eitt sindur kritiskt eina løtu, tí veðrið var ringt. Vindurin var einar 20 metrar um sekundið og aldan var 6-8 metrar. Men teir vóru í flótidrakt og høvdu radiosendara við – og tað bjargaði teimum, sigur MRCC í Havn.