Báðir partar eru væl nøgdir við úrslitið

Nú er bara eitt smáting eftir

Í morgin verður nýggi Hvalbiartunnilin tikið alment í nýtslu – og í gjár yvirtók Landsverk tunnilin. Tað er articon, sum hevur staðið fyri arbeiðnum, og Landsverk sigur, at báðir partar siga, at teir eru væl nøgdir við úrslitið. Og tað eru tey, tí at bæði tíðarætlan og kostnaðarætlan, hava hildið.

 

Tunnilin varð yvirtikin á einum stuttum fundi við tunnilin í gjár og tá ið verkætlanin varð gjøgnumgingin, varð staðfest, at allir lutir í verkætlanini eru framdir.  Tað einasta, sum eftir er, er sáa við tunnilsmunnarnar og tað verður gjørt, tá lýkkan kemur.

 

  Arbeiðið byrjaði 27. juni í 2019, og seinasta skotið var latið av 7. juli í 2020 og tað er Landsbyggifelagið, sum hevur verið høvuðsráðgevari.

 

Fyri einum ári síðani gjørdu Landsverk og Articon eina avtalu um at læsa verkætlanina fasta. Tað merkir, at partarnir samdust um ein fastan prís fyri arbeiðið, sum varð eftir.

 

Hetta tryggjaði okkum longu fyri einum ári síðani, ongar eykaútreiðslur, komu, so at tunnilin varð dýrari enn játtanin er, sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki á heimasíðuni hjá Landsverki. Úrslitið er, at Hvalbiartunnilin í dag er latin Landsverki innanfyri játtanina á 272 mió. krónur. Stjórin á Landsverki sigur, at hetta er ein máti, Landsverk fer at leggja dent á framyvir.

 

Á myndini er tað Karl Vang verkætlanarleiðari hjá Landsverki, vinstrumegin, og Torleif Waagstein verkætlanarleiðari hjá Articon. Myndin er frá Landsverki