Havn: - Ja, tað var ótrúliga býtt gjørt. Hetta var ikki tað smartasta sum eg havi gjørt, men tað hugsaði eg ikki um fyrrenn aftaná!
Tað segði ein nú 19 ára gamal maður, sum er ákærdur fyri at hava útint vinnustuldur í fyritøkuni hann arbeiddi fyri í mai mánaði 2006.
Boðini um at fremja henda stuldurin fekk tann tá 17 ára gamli drongurin frá fyrrverandi stjóranum í fyritøkuni, og sum var farin úr fyritøkuni 9 mánaðir frammanundan.
Ungi maðurin hevði bæði atgongd og kunnleika um, hvat hann skuldi kopiera: Líkt var nevniliga til, at fyrrverandi stjórin serliga var áhugaður í ávísum og sera týðandi mappum á servaranum hjá fyritøkuni, m.a. tveimum við heitinum ”Í gerð” og eini við heitinum ”Búmerki”.
Fyrrverandi stjórin segði seg hinvegin einki kenna til hesa kopieringina. Hann hevði einans biðið unga mannin um at útvega sær nakar filmar, sum hann visti at hesin átti. Einki annað.
Tað er henda spurning sum ákæruvaldið nú ynskir at fáa svar uppá. Líkt er til, at her kemur orð at standa ímóti orði, tí hvør heldur uppá sítt: Fyrrverandi stjórin um kopiering bert av filmum, og ungi maðurin um at hin bað hann um at kopiera fílurnar hjá fyritøkuni. Men ein dómur má í øllum førum fellast, soleiðis at hetta málið kann fáa ein enda.
Eingin orsøk verður heldur givin til, hví tað skuldi taka soo langa tíð sum hálvttriðja ár at avgreiða hetta málið í rættinum. Men lítil ivi er um, at allir partar í málinum hava longst eftir eini loysn á sakarmálinum, soleiðis at arbeiðsfriður aftur kann fáast.
Enn er óvist nær dómur fellur í málinum. Tað varð ikki greitt, áðrenn evstamark okkara í dag.
Bæði tann fyrrverandi stjórin og ungi maðurin nokta seg sekar.
Bad joke
Klokkan var ikki fýra fríggjadagin 5. mai 2006, tá tann ungi maðurin fór innar í teldurúmið við einum eksternum harðdiski.
Hann hevði starvast í fyritøkuni í eina ávísa tíð, og hevði bæði lyklar og loyniorð til telduskipanina í fyritøkuni. Hann hevði tó ikki beinleiðis samband við viðskiftafólkini, men arbeiddi við avgreiðslu av teimum uppgávunum, honum vórðu álagdar. Hann visti hinvegin, hvar upplýsingarnir, sum fyrrverandi stjórin bað um, lógu og visti haraftrat, hvat og hvussu hann skuldi gera:
At kopiera tilfar úr trimum ávísum mappum, hvørs innihald vóru upplýsingar um kundar hjá fyritøkuni, arbeiðsuppgávur og ikki minst ein hóp av lidnum verkum, t.d. búmerki hjá ymiskum fyritøkum, sum Team 85 hevði brúkt í arbeiðum sínum.
Í rættinum greiddi fyrrverandi stjórin frá, at hann gjørdist sera illa við, tá hann tíðliga sunnumorgin 7. mai klokkan 03:49, varð uppringdur av einum starvsfólki á Team 85, sum greiddi honum frá stuldrinum.
- Eg skilti einki av hesum, og helt tað vera eina »bad joke«, sum hann tók til. Hann hevði í øllum førum ikki biðið unga mannin um at kopiera nakað fyri seg á fyrrverandi arbeiðsplássi sínum.
Ungi maðurin helt hinvegin uppá, at tann eldri hevði útnyttað hann, men at hann ikki hugsaði um tað beint tá. Ikki fyrrenn stuldurin var uppdagaður og løgreglan kom upp í málið, skilti hann álvaran í gerð síni.
- Men eg var ikki vaks nokk til at siga nei, segði hann harmur á málinum.
Hóast nógv var at gera hetta umrødda stuldurs-vikuskiftið, fekk ungi maðurin boð um, at honum ikki nýttist at koma til arbeiðis dagin eftir. Bæði lykil, harðdiskur og arbeiði vórðu tikin frá honum í eini og somu løtu.
Flogskipari
Fyrrverandi stjórin í Team 85 og ungi maðurin kendust rættiliga væl. Stjórin helt um hetta mundið saman við mostur dreingin, og teir sóust javnan uttan fyri arbeiðstíð.
Ungi maðurin hevði við millumbilum ansað eftir børnunum hjá hinum, og tað var við eitt slíkt høvið, henda fyrsta týsdagin í mai mánaði 2006, at spurningurin um kopieringina kom fram: Um hesin kundi hjálpa tí eldra við at fáa ymiskt tilfar inn á nýggja harðdiskin, ið varð keyptur í somu viku, sum stuldurin fór fram?
Undir avhoyringunum í rættinum í gjár, komu tvær frágreiðingar um, hvat tað í roynd og veru var sum skuldi kopierast á harðdiskin: Fyrrverandi stjórin segði seg hava biðið hann kopiera nakrar filmar, tí hann bert sá føroyska sjónvarpið, men vildi hava eitthvørt annað at síggja enn tað. Hann visti, at ungi maðurin átti nýggjar filmar heima við hús, og tað var hesar hann eisini vildi sleppa at síggja.
Ungi maðurin greiddi hinvegin og við sannføring frá, at fyrrverandi stjórin í fyritøkuni, og sum eisini hevði verið við til at seta hann í starv, hevði biðið hann um heilt onnur ting at kopiera: Tilfar úr trimum at teimum mest týðandi mappunum í fyritøkuni, sum hann hevði verið stjóri á fram til 31. august árið fyri.
Hvat hann skuldi brúka allar hesar túsundtals fílirnar og mappurnar til, kom ikki fram. Stutt eftir at hann var farin frá sum stjóri í Team 85 á heysti 2005 hevði hann verið í samband við aðrar lýsingarfyritøkur í Havn og spurt um samstarv, men hetta var ikki vorðið til nakað.
Líkt var til, at hann hevði slept øllum ætlanum um framhaldandi at vera í hesi vinnuni, tí á vári 2006 var hann so smátt farin undir at fyrireika seg til tað, sum hann fæst við í dag, nevniliga at læra til flogskipara.
Men honum dámdi væl at hyggja eftir filmum, og tí ynskti hann sær enn fleiri slíkar á harðdiskin, ið hann keypti frá Farodane fyri 3000 krónur í vikuni, sum stuldurin fór fram.
Upplýsingarnir, sum henda minniliga fríggjadagin vórðu kopieraðar á harðdiskinum vóru so mikið týðandi, at teir kundu verið honum so hentir, at hann lættliga hevði kunnað byrja eina fyritøku við hesum!
52.742 fílir
Um middagsleitið eina dag í vikuni fekk 17 ára gamli maðurin handaðan henda 500 GB stóra eksterna harðdiskin í einum posa. Honum vórðu ikki givnir ordrar um, nær hann skuldi lata hann aftur.
Hann arbeiddi vanliga millum klokkan 8 og 17, men henda dagin fór hann eitt sindur fyrri til hús, tí hann skuldi spæla fótbólt. Áðrenn tað fór hann inn í teldurúmið, fekk samband við telduna hjá fyritøkuni, setti eksterna harðdiskin til og byrjaði síðani kopieringina.
Tað vóru ikki hissini fílir, sum vórðu kopieraðir henda dagin, vísti ein løgreglumaður frá kriminaltøkniligu deildini hjá donsku løgregluni á: Sambært teirra kanningum vóru ikki færri enn 52.742 fílir og góðar 40.000 mappur kopieraðar, áðrenn stuldurin var uppdagaður og steðgaður. Óhugsandi er ikki, at virðið av hesum fílunum var vert fleiri milliónir krónur.
Hetta vikuskiftið var nevniliga fólk til arbeiðis allatíðina, tí ein stór uppgáva skuldi gerast liðug til mánadagin. Og var eitt av starvsfólkunum ikki komið fram á henda posan við tí óynskta innihaldinum í, hevði talan uttan iva verið um munandi fleiri fílir. Teldan byrjaði nevniliga at kopiera mappurnar í øvugtari bókstavarøð og var komin heilt upp til mappurnar við bókstavinum M, tá kopieringin varð uppdagað og avbrotin.
Upptøkutól
Starvsfólkið kvettið streymin og sambandið millum teldurnar. Síðani varð skipað soleiðis fyri, at eitt upptøkutól varð sett við eksterna harðdiskin, og tá ungi maðurin nakað seinni kom eftir honum, var eingin ivi longur um, hvør hevði gjørt hetta.
Hann fór við posanum heim til hús, tveitti hann á songina og skal, sambært fyrrverandi stjóranum hava ringt til sín seinni hesa náttina fyri at boða frá, at nú vóru data'ini tryggjað. Hetta mintist ungi maðurin einki til.
Starvsfólkini á Team 85 fingu síðani fatur á unga manninum og fingu bæði lyklar og harðdisk frá honum. Og seinni fekk so fyrrverandi stjórin boð um, at svikaráð hansara vóru avdúkað, og at hann verður skuldsettur fyri vinnustuldur ella ídnaðarnjósning, og ungi maðurin fyri at hava framt henda stuldurin.
Málið skuldi verða liðugt viðgjørt í gjár, men tað dró út, og helt fram klokkan 9 í morgun. Tær seinastu avhoyringarnar vóru ikki lidnar, tá farið var um evstamark okkara.
SEINASTA:
Dómur fellur í málinum fríggjadagin 19. september klokkan 12!!