“Backstage” við Oprah

Á skerminum er tað Oprah, sum er drotning. Tað er hon, sum setur spurningarnir, grætur saman við gestunum, og tekur allan heiðurin (og milliónirnar) fyri alt arbeiði.

 

Men sum við flestum øðrum, sum eru tað jú nógv fólk handan pallin hjá Oprah, sum fáa sendingina at bera til, og at vera so væleydnaða, sum hon er.

 

Í einari nýggjari dokumentarsending, sum byrjar í kvøld, verður víst hvussu nógv fólk skulu til fyri at fáa sendingina hjá Oprah at rigga. “Talkshowið” hjá Oprah er ikki á skíggjanum longur, tí eftir 25 umfør er hon givin við sendingini.

 

Og tað er júst tað 25. umfari, sum dokumentarurin fylgir.

 

Dokumentarurin er í 31 pørtum, og gevur hyggjarum møguleikan at síggja hvussu ein slík sending verður gjørd.

 

Sjónvarpsliðið fylgjur Oprah, og vísir starvsfelagar hjá henni til arbeiðis. Og ein sær, hvussu gestir vera viðfarnir áðrenn teir sleppa inn til Oprah. Tá ið seinasta umfari av Oprah var á skránni, vóru heili 464 fólk tengd at sendingini.

 

Oprah: Behind the Scenes verður sent í kvøld klokkan 18.00 á TLC.

 

Hetta veit eb.dk. í dag.