Tað er ikki ein og hvør, sum sleppur at gera samrøðu við Nik & Jay longur. Teir hava boykottað ein stóran part av donsku pressuni, tí teir so ofta hava verið úti fyri, at tað, teir hava sagt, og tað, ið verður prentað, als ikki samsvarar. Teir greiða mær frá, at teir tí nú bert gera samrøður við sonevnd ”seriøs” bløð. - Og, leggja teir afturat, -eisini føroyskar miðlar.
Tað er heldur ikki bara sum at siga tað at finna fram til teirra, stutt fyri at teir skulu á pall frammanfyri 25.000 fólkum í Brøndby. Tourmanagarin hjá teimum kemur eftir mær uttanfyri, og leiðir meg backstage -inn í rúmið, har Nik & Jay og allir teirra musikarar halda til.
Hóast tíðin er knøpp áðrenn teir skulu á pallin, er stemningur sera avslappaður. Nik og ein av tónleikarunum hava ein amerikanskan fótbólt, sum teir blaka sínamillum, og annars sita fólk bara og práta, meðan rútmurnar koyra óavbrotið í bakgrundini.
Klædnasettini, sum teir skulu í til konsertina, hanga á akslatrøðum á eini snórabeinari røð. Alt er púra klárt og hvørki nervar ella stress eru at hóma nakrastaðni.
Jay kemur yvir, tekur í hondina á mær og presenterar seg. Hann rópar á Nik, sum eisini kemur yvir, tekur í hond og heilsar uppá. Og spyr um eg havi eld. Tað havi eg ikki, men vit seta okkum við eitt borð, har vit kunnu práta saman.
Nik blakar amerikanska fótbóltin á borðið og rakar ein vasa, sum hvølvist omanyvir buksurnar hjá Jay. Og tí má hann fara at skifta buksur. Ìmeðan fer Nik aftur at leita eftir eldi til sigarettina, sum allatíðina melur ímillum fingararnar á honum. Tourmanagarin finnur ein tendrara til hansara um somu tíð, sum Jay kemur aftur í nýggjum, turrum buksum.
Eg spyrji um vit skulu seta okkum við eitt annað borð, nú hetta flýtur í vatni, men Jay brúkar vátu buksurnar til lappa, og turkar sum frægast vatni uppaftur. Teir hava hvør sítt glas av hvítvíni, eg havi fingið vatn, og Nik hevur endiliga fest sær í.
So er klárt at byrja samrøðuna.
Ímeðan vit práta, koma fólk allatíðina yvir til teirra, fyri at fáa greiðu á ymsum ivamálum. Og blíði tourmanagarin trippar rundanum borðið; tað er hennara ábyrgd at syrgja fyri, at tíðarætlanin heldur. Hóast alt forstýrilsi kring teir eru teir tó ótrúliga nærverandi undir samrøðuni, og tað er týðiligt, at teir eru vanir við hetta lívið.
Eftir at vit hava prátað einar 20 minuttir brýtur tourmanagarin okkum av og vísir á, at nú er tað bert hálvur tími inntil Nik & Jay skulu standa á pallinum, og tí mugu vit gevast.
Teir taka í hond einaferð enn, biðja farvæl og gera seg til reiðar at møta teimum 25.000 áskoðarunum, sum í ótolni bíða eftir at síggja stjørnurnar.