Back to the eighties

Løgmaður er sum danski dansi-poppbólkurin, Aqua, far­in at syngja um 80'ini.

Men meðan tey í Aqua minn­ast 80'ini við sorgblídni, so royn­ir Føroya løgmaður at mála eina døkka politiska mynd av 80'unum. Eina mynd av á­­byrgd­ar­leys­um pol­­i­­ti­k­­ar­um, sum lótu alt um seg ganga, og sum veittu veð­hald til eina ørgrynnu av ør­­vit­­is­pro­jekt­um.

Tað ætlar løgmaður sær í hvussu so er ikki at gera.
Á Facebook sigur løg­mað­ur so­leið­is nú um dagarnar:
»Tað er mín vón, at vit ikki opna slús­ur­n­ar inn í veð­halds­pol­i­tikk­in frá 80'u­nun við almennari tunn­ils­verk­ætl­an á farleið, sum er har í dag.«

Sjálvandi hevur løg­mað­ur rætt í tí, at vit ikki skulu opna slúsur inn í veð­halds­pol­itikk.

Men hetta fær okkum at hugsa um tað, sum Edmund Jo­ensen segði um løgmann, at »tað er á markinum til tað barns­liga« av einum løgmann at argumentera soleiðis.

At løgmaður og Kári Post og Ger­hard og Páll á Reyn­a­túgvu vilja offra allar inntøkur av Eyst­ur­oy­ar­tunl­i­num í danskar lummar. Tað er so tað. Men tað merkir ikki, at tey – eisini partamaðurin hjá løg­manni, formaðurin í løg­tings fíggjarnevnd – ynskja at opna nakrar veð­halds­slús­ur.