Í Sunda- og Eiðis kommunu kundu tey í 2015 fegnast yvir, at væl fleiri børn blivu fødd enn undanfarna ár.
Í 2015 vórðu nevniliga 42 børn fødd í teimum báðu kommununum. 35 børn í Sunda kommunu og 7 børn í Eiðis kommunu. Tað skrivar Sunda kommuna á síni heimasíðu.
Samanborið við undanfarna ár, er talan um meira enn eina tvífaldan av føðingum. Í 2014 vórðu nevniliga einans 19 børn fødd í báðum økjum.
Eins og í flestu økjum í Føroyum, fáa nýklaktu mammurnar vitjan frá heilsufrøðingum og eitt tilboð um at luttaka í mammubólkum.

Mynd: Sunda kommuna
Babyboom í Sundalagnum

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna










