?Baby? gloymir aldrin Swayze

Jennifer Grey bleiv saman við Patrick Swayze heimskend eftir ?Dirty Dancing?. Hon gloymir ongantíð tað tíðina, tá ið hon svingaði runt í ørmum hansara ? bæði óvitandi um, at tey skrivaðu søgu.

 

Jennifer Grey var bert ein ung sjónleikakvinna fyrst í tjúgunum, tá ið hon í 1987 dansaði runt sum ?Baby? saman við Patrick Swayze í ?Dirty Dancing?.

 

 

Tey blivu bæði heimsstjørnur eftir filmin, og hóast tað nú eru yvir tjúgu ár síðani, minnist hon framvegis tað tíðina, tá ið hon hugsar um Swayze.

 

-Tá ið eg hugsi um hann, hugsi eg um tað tíðina, tá eg var í hansara ørmum tá við vóru børn. Vit dansaðu og vandi ? og høvdu tað fantastiskt við at gera hendan lítla filmin, sum vit hildu, at eingin í heiminum nakrantíð fór at hyggja eftir. Soleiðis sigur Jennifer Grey við People.com.

 

Bardist til tað síðsta

Hon sigur, at hann var ein veruligur kovboyari við einum stórum hjarta, og at hann var so djarvur, tá hann gjørdi síni sokallaðu stunts í filminum, og tískil kom tað ikki óvart á hana, at hann bardist hart móti krabbameininum.

 

-Patrick var ein sjáldsom og vøkur samanseting av ráðum maskuliniteti og hugtakandi elegansu. Mínir tankar fara til konu hansara, Lisa Niemi, og móður hansara, Patsy, og til restina av familjuni, sigur hon við People.com.

 

Sambært umboðskvinnuni hjá Swayze, Annett Wolff, doyði hann stillisliga og virðiliga við familju sínari rundan um seg, eftir at hann í tjúgu mánaðir bardist ein harðan dyst móti sjúkuni.