Í Haiti hevur løgreglan handtikið fyrrverandi forsetan Jean-Claude Baby Doc Duvalier. Tíðindastovurnar skriva, at løgreglan í høvuðsstaðnum Port-au-Prince fór inn á hotellið, sum tann 59 ára gamli Duvalier búði í. Hann varð hann handtikin og skuldsettur fyri svik, stuldur og fyri at hava misbrúkt almennar pengar.
Almenni ákærin, Aristidas Auguste. og dómarin Gabriel Ambroise vóru við løgreglumonnunum, sum tóku fyrrverandi forsetan inni á Hotel Karibe.
Ein embætismaður segði aftan á handtøkuna, at løgreglan skal avhoyra Duvalier, sum síðani skal ákæruvaldið gera av, hvat skal henda honum.
Jean-Claude Duvalier, sum vanliga verður kallaður Baby Doc, stýrdi Haiti við harðari hond í 15 ár, til hann bleiv koyrdur frá í 1986. Síðani hevur hann búð í útlegd, men sunnudagin kom hann aftur til Haiti.










