Undir dystinum tóktist venjarin hjá Makedonia, Boban Babunski, greidliga at vera ónøgdur við sínar leikarar, og tá ið vit fingu orðið á hann eftir dystin, viðgekk hann, at hann als ikki er nøgdur við at fáa eitt stig í Føroyum.
- Nei, eg eri ikki nøgdur við eitt stig. Vit høvdu nógvar málmøguleikar serliga í seinna hálvleiki, og hetta úrslitið kom púra óvart á meg, segði Babunski, sum tó eisini hevði nógv rósandi orð at bera føroyska liðnum.
- Føroyar hava eitt sera sterkt lið, og hetta vístu teir eisini í dystinum ímóti okkum í Makedonia. Tað vísir seg, at teir spæla betur og betur fyri hvønn dyst, so tað verður spennandi at síggja teir komandi dystirnar. Mær dámar væl, at eitt so lítið land roynir at skapa úrslit, og eg meti avgjørt, at teir eru førir fyri at gera tað, segði Boban Babunski, ið sjálvur er pápi bara 18 ára gamla David Babunski, sum spældi allan dystin ímóti Føroyum í dag og til dagligt spælir í spanska stórfelagnum, FC Barcelona.










