Í føstuni verður
farið undir eitt nýtt tiltak í Norðstreymoyar prestagjaldi. Hetta er sokallað
Kirkjubio, har filmar við átrúnaðarligum, andaligum og etiskum spurningum
verða vístir.
Byrjað varð í
Vestmanna kirkju mánakvøldið 27. februar, tá filmurin The Tree Of Life bleiv
vístur. Síðani eru E.T og Luther sýndir í ávikavist Kvívík og Hvalvík.
Næsta sýning
verður í Kvívíkar kirkju mánakvøldið 19. mars kl. 19.30, tá Babettes gæstebud
verður á síggja á hvíta kirkjutjaldinum.
Babette kemur
eina óveðursnátt í 1871 úr París til ta jútsku vesturstrondina.
Hon hevur mist
alt, ið hon átti, men sleppur at búgva hjá tveimum prestadøtrum, ið eru
uppvaksnar við strongum moralskum og átrúnaðarligum reglum.
Brádliga vinnur
Babette nógvan pening í eydnuspæli. Men heldur enn at brúka peningin sjálv, fer
hon í holt at fyrireika ein stóran veitsludøgurða fyri bygdarfólkinum.
Spurningurin er tó, um hetta er í samsvari við ta tulking, ið bygdarfólkið
hevur av átrúnaðinum, ið leggur dent á, at tey ikki eiga at oyðsla við nøkrum.
Filmurin er
gjørdur eftir søgu hjá Karen Blixen og verður mettur at vera ein variantur av
eini frásøgu um altarborðið og um Kristus, ið einki átti, men gav seg sjálvan.
Gabriel Axel
leikstjórnaði, og hetta varð fyrsti danski filmur, ið vann eina
Oscar-virðisløn.
Áðrenn filmurin
byrjar, hevur Theodor Eli Dam Olsen, prestur, fyrilestur um filmin.
Ætlanin er at halda fram við tiltakinum Kirkjubio í prestagjaldinum í
føstuni.