Ryan Babel, sum mest av øllum líkist einum lidnum manni í Liverpool, umghugsar at taka av einum tilboði frá Birmingham, sum hollendingurin fekk fyrr í mánaðinum, men tá ikki hevði áhuga fyri. Nú er støðan ein onnur, tí eingi útlit eru fyri spælitíð til Babel í Liverpool. Birmingham er tó ikki einasti møguleikin, tí eisini týsku feløgini Hoffenheim og Stuttgart sigast liggja framvið.










