Baðilandið dregur nógv fólk til sín

Nýggja baðilandið í svimjihøllini í Klaksvík er sera væl umtókt, og seinastu tíðina hava tað verið fýra ferðir so nógv vitjandi í svimjihøllini sum somu tíð onnur ár Herfyri lat svimjihøllin í Klaksvík upp við nýggju baðilandi. Fossar, heitur svimjihylur, long skreiðibreyt, heilsukabinur og annað skulu gera tað meira spennandi at svimja í Klaksvík, og líkt er til, at hetta riggar.

Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu skrivar, at seinastu tíðina hava tað verið meira enn fýra ferðir so nógv vitjandi í svimjihøllini, um samanborið verður við somu tíð onnur ár.

Onkrar dagar hava børn staðið í kø út í túnið fyri at sleppa at svimja.