Í vikuni kom fram, at B71-spælarin Magnus Olsen eftir øllum at døma skal skifta til B36 at spæla í ár, men hetta er tó ikki heilt vist.
- Tað er rætt, at Magnus Olsen hevur boðað B71 frá, at hann ynskir at skifta felag. Hann er eisini givin at venja í B71, men tíðindini um, at B71 og B36 hava gjørt nakra avtalu eru ikki sonn. Magnus Olsen er sáttmálabundin í B71 hetta kappingarárið út. Rættiliga nógv talar fyri, at síðsta orðið í hesum málinum neyvan er sagt, skrivar heimasíðan hjá B71.