B71 vil hava heimasigur

Sambært hagtølunum er tað tó GÍ, sum hevur betra møguleikan í so máta. B71 hevur higar til í ár fingið øll síni stig á útivølli, og júst útivøllurin tykist eisini vera tað, sum hóvar gøtumonnum best. Í øllum førum skulu teir leita aftur til 28. mai í fjør, um teir skulu finna seinasta heimasigurin.

 

Hjá B71 verður roknað við, at allir mans eru tøkir. Ivamálið er Anders Sørensen, sum ikki var við, tá B71 vann 2-1 á Argjum fyri viku síðani. Hartil hava onkrir smærri snuddir havt við sær, at allir mans ikki hava vant við fullari ferð í vikuni, men einki av hesum tykist tó vera heilt álvarsligt.

Hjá GÍ er spurningurin, hvørt Sámal Joensen og Niclas Niclasen eru tøkir sunnudagin. Teir fóru báðir av vøllinum við skaða í steypatapinum móti KÍ. Hartil er Símun Louis Jacobsen framvegis úti við skaða, meðan tað á pluss-listanum telur við, at Sam Jacobsen er tøkur eftir lokið leikbann.