B71 venjarin fer til Vágs

Ole Andersen hevur skrivað tvey ára sáttmála við felagsliðið í Suðuroy. Venjarin hevur harvið nýtt sín rætt at sleppa burturúr sáttmála, sum hann í heyst skrivaði við B71, og á Sandi ásanna teir, at talan ikki er um sáttmálabrot, men teir siga seg kenna hetta sum álitisbrot

VENJARAFLYTING

Í vikuni varð samstarvið millum VB og Sumba stovnað av nýggjum, og í vikuskiftinum kom fram, at felagsliðið hevur gjørt avtalu við nýggjan venjara. Talan er um Ole Andersen, sum tvey tey seinastu árini hevur verið venjari hjá B71. Ole Andersen hevur skrivað tvey ára sáttmála við felagsliðið VB/Sumba.

Í vikuni varð nýggj nevnd vald fyri felagsliðið. Í henni eru Gudfinn Olsen, Helgi Kristiansen, Eyðbritt Krosslá, Poul Erik Jacobsen og Ragnar Gudmundsen.
Og hesik hava borið skótt at við at gera sáttmála við venjaran. Okkum hevur ikki eydnast at fáa fatur á nøkrum nevndarumboði, men á heimasíðu felagsins verður váttað, at tvey-ára sáttmáli verður gjørdust við Ole Andersen.
Ole Andersen hevur tey bæði seinnu árini virkað sum venjari hjá B71. Hann var annars eisini í Føroyum í 1999, tá tað eydnaðist at vinna uppflyting til bestu deildina við FS Vágum.
VB/Sumba stríddist í heyst fyri at sleppa undan niðurflytingini. Tað stóð leingi á, men fram móti kappingarenda gekk tað so mikið væl, at felagsliðið slapp undan bæði beinleiðis niðurflytingini og at spæla um plássið í deildini.
Síðani er tað vorðið greitt,at fleiri av teimum, sum vóru á felagsliðnum síðsta kappingarár, og sum vórðu roknaðir millum stuðlarnar, ikki fara at vera við til at manna liðið næsta ár. Veteranmálverjin, Bjarni Johansen, hevur boðað frá, at hann ikki ætlar sær at halda fram, og bæði Mortan úr Hørg og Milan Kuljic hava skrivað sáttmála við HB.

Álitisbrot
Tíðindini um at danin, sum hevur verið venjari hjá B71, nú fer at flyta til Suðuroyar, gjørdust almenn á B71 heimasíðuni sunnudagin. Á B71 heimasíðuni eru ofta fesk tíðindi at frætta, og oftast er tað formaðurin í felagnum og veteranurin á B71 liðnum, Eli Hentze, sum førir pennin.
Á B71 heimasíðuni - b71-sandoy.com - varð sunnudagin upplýst, at B71 og Ole Andersen undirskrivaðu sáttmála um framhaldandi samstarv 29. oktober í ár. Sáttmálin skuldi verða galdandi fyri 2006, men í sáttmálanum hevði venjarin tryggjað sær, at hann kundi siga hann upp, og tað hevur hann gjørt nú uppundir jól.
Nevndin í Sandoyar Ítróttarfelag, B71, harmast um nýggju støðuna, sum felagið er komið í, og á heimasíðuni verður greitt soleiðis frá um málið:
-Nevndin í B71 var vitandi um, at VB hevði sett seg í samband við Ole beint eftir upp/niðurflytingar dystirnar móti GÍ. Men Ole boðaði nevndini í B71 frá, at hann ikki fór at taka av tilboðnum. Eftir øllum sólarmerkjum at døma eru hann og VB komin til eina aðra niðurstøðu seinastu dagarnar. Um middagsleitið leygardagin boðaði Ole B71 frá, at hann hevði undirskrivað tvey ára sáttmála við Vágs Bóltfelag.
Talan er sostatt ikki um sáttmálabrot, men heldur er talan um álitisbrot, ið nevndin í B71 harmast almikið um. Vit hava verið ógvuliga fegin um arbeiðið, sum sveisiski danin hevur lagt fyri dagin, og vit kunnu ikki annað enn ynskja honum og VB góða eydnu í komandi kappingarári.
Soleiðis verður skrivað á B71 heimasíðuni, og so verður lagt afturat:
- Fyri B71 er hetta sera óheppin vend. Kappingarárið 2006 er á gáttini, venjaraspurningurin var avgreiddur, men ikki kortini. Tískil noyðist felagið nú på falderebet at leita eftir øðrum venjara. Dagarnir til jóla eru ikki nógvir, so neyvan fæst tað stóra frá hondini hesar dagar. Tað er í slíkum løtum, tá ið mótburður er, at man eigur at vísa sítt rætta element og ikki lata seg taka av fótum. Vit fara at gera alt fyri at finna eina skilagóða loysn á venjaraspurninginum, siga sandoyingar, sum ásanna, at jólahýrurin leygardagin fekk eitt orduligt skot fyri bógvin, verður sagt á B71 heimasíðuni.