Eftir málleysan fyrra hálvleik, gjørdi B71 trý mál í seinna.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki sendi miðvallarin Wellington Soares sendi bóltin avstað úr 20 metrum, og hann sat heilt uppi í málhorninum handan Vlada Filipovic.
Leiðlsan helt sær til beint fyri leiklok, tá B71 aftur gjørdi eitt sprell.
Fyrst var tað innskifti Høgni Midjord, ið stútaði eitt útspark frá málverja sínum í málið - eitt mál av teimum heldur óvanligu.
Og síðani var tað Wellington Soares, sum aftur vísti síni kynstur. Hesaferð sum driblari, tá hann setti fleiri toftamenn av, áðrenn hann setti bóltin í netið.
Sostatt vunnu sandoyingar 3-0 á Toftum, og tað er triði sigurin hjá B71 á rað. Sostatt hava teir yvirhálað Skála á stigatalvuni, og eru ájanvir B68 í stigum.
B68 - B71 0-3 (0-0):
0-1: Wellington Soares
0-2: Høgni Midjord
0-3: Wellington Soares
Liðini, ið byrjaðu dystin, sóu soleiðis út:
B68: Vlada Filipovic ? Niclas Joensen, Dánjal Hansen, Arnbjørn Danielsen, Øssur Hansen ? Kristian Anthon Andreasen, Ndende Adama Gueye, Jan Ingi Petersen, Badara Diedhiou ? Ameth Keita, Jóan Símun Edmundson.
B71: Símun Rógvi Hansen ? Bergleif Sólsker, Fabio Vieira, Eirikur Poulsen, Símin Hansen ? Mads Hentze, Mikkjal Hentze, Clayton Soares, Flavio Santana, Wellington Soares ? Patrick Sunday.