Tað minti ikki sørt um mikukvøldið á Bernabeo, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi í dag uppi á Brekku í Leirvík høvdu vitjan av sandoyingum.
Mikukvøldið avgjørdi Real Madrid í evstu løtu ímóti Juventus – við brotssparki.
Í Leirvík avgjørdi B71 í evstu løtu ímóti Víkingi – við brotssparki.
B71 vann 2-1, eftir at Víkingur í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0 við máli, sum Elias Lervig skoraði seks minuttir undan steðginum.
Tríggjr minuttir eftir steðgin javnaði B71 við máli, sum Tijani Mohammed skoraði, og so var tað tveir minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin, at B71 skoraði sigursmálið. Dómarin, Bent Tommy Linklett, bríkslaði fyri brotssparki, sum leikandi venjarin, Símin Hansen, umsetti til mál og harvið 2-1 sigur.
Hetta var annar sigurin hjá B71. Víkingur hava vunnið tríggjar ferðir.









