Kappingarskráin hjá Fótbóltssambandinum sigur, at B71 fær vitjan av KÍ í fyrsta umfarinum í landskappingini, sum verður avgreitt um vikuskiftið. Tað er hinvegin ikki vist, um sandoyingar sleppa at spæla dystin á Sandi.
Sandoyingar hava sjáldbodnir stríðst við at skifta graslíkið á vøllini inni í Dal seinastu vikurnar. Arbeiðið er framvegis ikki liðugt. Veðrið hevur darvað arbeiðinum, og ikki er reitt, um vøllurin verður góðkendur til vikuskiftið.
Nevndin í B71 hevur tosað við AB um at spæla dystin á Argjum. Møguleikin at spæla dystin í Klaksvík er eisini viðgjørdur, so sandoyingar fáa heimadyst móti KÍ seinni í kappingarárinum.










