– Vit vóru betri í fyrra hálvleiki og høvdu alt spælið, men vit taka ikki av okkara møguleikum. Í seinna hálvleiki tóku teir yvir og vóru betri, sigur Ebbe Kristin Thomsen, sum spældi allan dystin fyri B71.
Andy Olsen, sum skoraði seinna málið hjá ÍF, er heldur ikki ósamdur við Ebba Kristin um gongdina í dystinum.
– Tað gekk væl í seinna hálvleiki. Tá føli eg at vit fáa spælið at koyra, men vit skulu vera glaðir fyri, at vit ikki vóru aftan fyri í fyrra hálvleiki. Tá vóru sandoyingar nógv betri enn vit. Ábraham var ikki blíður í hálvleikinum og hann var ikki nøgdur við avrikið hjá okkum. Tíbetur koma vit í gongd í seinna hálvleiki og fáa tvey mál. Tað var deiligt at vit fingu hálað sigur heim í seinna hálvleiki, sigur Andy Olsen.
Øssur Dalbúð hevði ein fingur í spælinum í báðum málunum. Fyrst legði hann ÍF á odda smáar tjúgu minuttir fyri tíð við einum góðum langskoti. Fimm minuttir seinni legði hann upp til 2-0 málið, sum Andy Olsen skoraði.
– Vit stríðast ikki nóg mikið í seinna hálvleiki og ÍF fær sítt fyrsta mál. Vit royndu at svara aftur við at seta tveir áleyparar inn, men tíverri fingu vit ikki vent gongdini. Símin Hansen manglaði og tíverri sást tað væl í dystinum, sigur Ebbe Kristin Thomsen.
B71 hevur framvegis 13 stig á 8. plássi, fimm framman fyri argjamenn, ið taptu í Gundadali. Komandi dysturin hjá B71 er á jóansøku ímóti FC Suðuroy.
– Tað kom væl við fyri okkum, at AB tapti. Vit skulu nú suður á jóansøku at spæla ímóti FC Suðuroy og tað er ein dystur, vit fyri alt í verðini ikki mugu tapa. Ein javnleikur er ongin vanlukka, men vit skulu helst vinna, sigur Ebbe Kristin at enda.
Tað hevur gingið væl hjá ÍF í ár, sum er á einum triðja plássi við 24 stigum, umframt at teir eru í steypafinaluni.
– Um vit enda í millum trý tey bestu, tá kappingin er liðug, so eri sera væl nøgdur, sigur Andy at enda.
ÍF fær komandi vikuskiftið vitjan av B36, ið vann sín fyrsta landskappingar dyst síðani triðja umfar sunnudagin.