B71 tók argjamenn á málstrikuni

3. deild: Vónbrotið í AB var stórt, tá teir ikki megnaðu at halda tørn ímóti B36. B71 sigurin í Klaksvík bar við sær, at sandoyingar fyri fyrstu ferð spæla um eitt pláss í næstbestu deildini, og at KÍ flutti niður

Tað var ikki frítt, at dramatikkur var í luftini, tá átjanda og síðsta umfarið var á skránni aftaná døgurða leygardagin. Longu frammanundan var tað greitt, at Skáli hevði vunnið deildina. Einki var avgjørt um, hvør skuldi vinna silvur og bronsu, hvør skuldi spæla um eitt pláss í næstbestu deildini, hvør skuldi flyta beinleiðis niður, og hvør skal spæla um eitt pláss í deildini.


Vinnarin

Á Skála vóru teir spentir uppá, um tvørámenn, sum hesa seinastu tíðina hava havt ilt við at manna lið, fóru at møta upp. TB møtti upp, og teir løgdu rygg til 8?0 tap. Fyrsta hálva tíman bendi ikki so nógv á, at talan fór at verða um stórsigur. Pauli Hansen, sum hevur verið nógv skaddur í ár, setti hol á beinanvegin, men so gekk ein góð løta. Skáli hevði bóltin nógv mest, teir høvdu fleiri møguleikar, men inntil í 28. minutti megnaði Jónas Johannesen í TB málinum at halda tætt.

Bogi Gregersen til 2?0, og hann gjørdist dagsins maður bæði so og so. Toppskjúttin í fjør (eisini hann hevur verið nógv burtur frá í ár, tí hann hevur verið skaddur) skoraði fýra mál, áðrenn hann í 77. minutti noyddist av vøllinum. Tá fekk hann fyri aðru ferð gula kortið, og so kom ostaskorpan úr lummanum.

Í næstsíðsta minuttinum varð gula kortið fyri aðru ferð stungið fyri næsarnar á Kristiani Olsen hjá TB, og so noyddist hann undir brúsu.

Eftir dystarlok handaði formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF, Bærge B. Hansen, skálamonnum steypið, sum teir eisini vunnu í fyrraárið, og gullkrónurnar.


Stóri taparin

Undan kappingarbyrjan duldu teir í AB ikki, at málið hjá teimum var bara at steðga eitt ár í 3. deild. AB vildi vera triði møguleikin í høvuðsstaðnum. Teir vóru væl við í oddastríðnum, men tað var sera kostnaðarmikið hjá teimum, at teir taptu báðar dystirnar ímóti sandoyingum. B71 vann 4?2 á Argjum og 3?2 á Sandi.

AB hevði undan leygardegnum møguleika at vinna silvurkrónurnar og rættin at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini. Teir mistu uppflytingarmøguleikan, og teir fingu hvørki silvur ella bronsu.

Dysturin á Argjum minti ikki sørt á 1999 kappingarárið, tá B36 í 4. deild snýtti AB. Heimaliðið á Argjum noyddist síðsta tíman at spæla við tíggju monnum. Eyðun Dalsgarð fekk gult kort í 29. minutti, og tá hann tríggjar minuttir seinni aftur sá gult, noyddist hann av vøllinum.

Hóast teir vóru undirmannaðir, so megnaðu teir á tímanum at leggja seg framum 2?1. Útjavnandi B3 málið var rættuliga heppið. Ólafur Debes fekk nakkan á hornasparksinnlegg, bólturin støkk á skinnabeinið á Regini Arge, og so hevði B36 vunnið silvurkrónur, meðan AB einki fekk og tískil stóð eftir sum stóri taparin.


Nýggjur møguleiki

Síðani sandoyingar í áttati árunum við nógvari ferð fóru úr 3. og upp í 1. deild, hava teir ikki roynt at flyta upp úr 3. deild. Næstbesta liðið hjá teimum hevur verið støðugt í ár, men tað hevur ikki verið nógv tosað um uppflyting.

B71 er framvegis 3. deildarlið, men teir hava møguleikan at flyta upp. Teir skulu spæla tveir dystir um plássið í 2. deild. Hvørjum teir skulu spæla ímóti verður avgjørt leygardagin. Tað eru tríggir møguleikar. Undan síðsta umfarinum er LÍF næstaftast. Leirvíkingar eru javnir í stigum við GÍ. Grannaliðini hava nítjan stig í part, men HB, sum hevur tjúgu stig, er eisini í vanda.

LÍF skal leygardagin spæla í Gundadali ímóti B36. Tað man kennast ivaleysa torført hjá leirvíkingum, men tað verður ikki minni torført hjá HB og GÍ, sum skulu spæla ávikavíst á útivølli ímóti ÍF og á heimavølli ímóti KÍ.

B71 vann leygardagin 2?0 í Klaksvík. Heimaliðið hevði í royndini at bjarga liðnum mannað seg væl, so tað var strevið hjá B71, men teir megnaðu setningin.

Áhugavert er at staðfesta, at tað var avgerðin, um at innanhýsis mál og mál skorað á útivølli ikki hava nakað at siga, sum bar við sær, at B36 fekk silvur og B71 bronsu.

Bæði liðini endaðu á 33 stigum, og tey vunnu hvønn sín innanhýsis dyst. B71 vann 2?1 í Gundadali, og B36 vann 1?0 á Sandi. Høvdu málini á útivølli vigað, tá tað stendur á jøvnum í innanhýsis stigum og málum, so hevði B71 vunnið silvur og B36 bronsu. Nú var tað samlaði málmunurin, sum var avgerandi. B36 hevur málmunin +22, og B71 hevur málmunin +15.

KÍ hevur ikki heilt mist vónina um at spæla í 3. deild komandi ár. GÍ vann 4. deild, og teir flyta upp í 3. deild. Um tað fer at vilja so illa til, at GÍ noyðist niður úr 2. deild, so fer teirra lið úr 3. deild, og so sleppur KÍ frá at flyta niður. Hin møguleikin hjá KÍ er, at 4. deildarliðið hjá teimum flytir upp. Teir endaðu á øðrum plássi í 4. deild. Tað vil siga, at teir fáa ein møguleika at spæla um eit pláss í 3. deild. Tað verður ímóti FS Vágum, sum endaði næstaftast í 3. deild.


Vónbrotini

Vágbingar vunnu sannførandi ímóti B68. Harvið endaði VB á fimta plássinum. Eftir átjanda umfarið eru teir bara tvey stig frá bronsukrónunum og møguleikanum at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini. Tí kann ikki sigast annað, enn at VB eisini í 3. deild hevur havt eitt gott kappingarár.

Sammett við undanfarnu árini hava B68 og ÍF staðið seg illa. Serliga hjá B68 er tað merkisvert, at eykamenninir hjá besta liðnum, sum fram til síðsta sunnudag vóru við í FM stríðnum, hava havt afturpartin í vatnskorpuni í 3. deild. Tá B68 leygardagin tapti í Vági, noyddist venjarin, Kjartan Nesá, at spæla úti á vøllinum. Tá Jóhan Dávur Højgaard ikki hevur verið heima, hevur Kjartan verið í málinum. Kjartan Nesá hevur ofta verið seinasti skansin hjá toftamonnum. Nú kom hann á málskjúttaralistan ? ivaleyst fyri fyrstu ferð nakrantíð!

Vágamenn ætlaðu sær at gera seg galdandi í 1. deild og ivaleyst eisini í 3. deild. Tað hevur ikki gingið væl í 1. deild, og tað hevur gingið illa í 3. deild. Hóast átjanda umfarið er farið afturum, so er framvegis møguleiki fyri, at FS Vágar flytir niður úr 3. deild. Møguleikin er nevndur omanfyri.


Endi

Og so var kappingarárið í 3. deild liðugt fyri í ár. Vit hava roynt at fylgt við, og vit halda, at tað hevur eydnast so toluliga. Einar tvær ferðir hava vit ikki megnað at umrøtt umfarið í somu viku, sum tað varð spælt. Tað harmast vit um, samstundis sum vit gleðast um tey, ið hava givið okkum eitt herðaklapp fyri at hava verið við til at gera kappingina hugaliga ? bæði um stigini og um hvussu tað stendur til á málskjúttaralistanum.

Nú hava vit í fleiri ár umrøtt 3.deild. Nógv heimildarfólk veita okkum ein beina, og teimum takka vit aftur í ár fyri gott samstarv. Ofta verður grenjað um dómaraseðlarnar. Vit kunnu í hesum sambandi siga, at royndirnar í ár vísa, at dómararnir eru nógv betri til at skriva nágreiniligar dómaraseðlar í 3. deild, enn teir vóru fyri nøkrum fáum árum síðani. Høvdu allir minst til at senda teir til FSF beinanvegin eftir dystarlok ? sum tað er teimum álagt ? so hevði tað verið uppaftur betur.

Í hvussu stórum álvara feløgini taka 3. deild er ein heilt annar spurningur. Í fleiri førum eru dystirnir ikki spældir, tí annað liðið ikki er møtt. At tað ikki fær álvarsligar avleiðingar, at eitt lið ikki møtir til fleiri dystir, er ivaleyst ein spurningur, sum fer at verða tikin upp, tá feløgini og Fótbóltssambandið fara at eftirmeta kappingina.


Úrslit, 18. umfar

ÍF?FS Vágar 4?1 (1?0)

1?0: Árni Petersen 40.

2?0: Jákup Baldvinsson 58.

3?0: Jákup Baldvinsson 62.

3?1: Elfinn Ørvarodd 70.

4?1: Jákup Baldvinsson 74.


VB?B68 4?1

Tað eydnaðist okkum ikki at fáa nøvnini á málskjúttunum


AB?B36 2?2 (1?1)

0?1: Petur M. Johansen 22.

1?1: Sigurd Vatnhamar 36.

2?1: Sonny Djurhuus 61.

2?2: Regin Arge 88.

Reytt kort: Eyðun Dalsgarð, AB, 32. (tvey gul)


Skáli?TB 8?0 (5?0)

1?0: Pauli Hansen 6.

2?0: Bogi Gregersen 28.

3?0: Bogi Gregersen 34.

4?0: Marius Joensen 37.

5?0: Bogi Gregersen 42.

6?0: Bogi Gregersen 54.

7?0: Hans Kristian Djurhuus 85.

8?0: Arnhold Berg 87.

Reytt kort: Bogi Gregersen, Skáli, 77. (tvey gul), Kristian Olsen, 89. (tvey gul)


KÍ?B71 0?2 (0?1)

0?1: Julian Thomsen

0?2: Páll á Reynatúgvu


Yviirlit yvir allar málskjúttarnar í triðju deild verður í blaðnum í komandi viku.