B71 styrkir hópin

Til seinnu hálvu ætlar B71 at styrkja sær hópin í Vodafonedeildini, eftir at tað hevur gingið illa í hond hjá sandoyingunum fyrsta triðingin av landskappingini

– Um tit halda, at tit sleppa so lætt av við B71, so mugu tit halda umaftur, sigur B71-formaðurin, Hanus Johannessen, við einum brosi, hóast veruleikin hjá sand­oyar­liðnum er, at liðið eftir níggju dystum hevur eina mál­úrtøku upp á -31 mál, umframt at fimm stig eru upp til niðurflytingarstrikuna.
– Vit ætla at styrkja okkum hópin í eini roynd at varðveita sæti í bestu deildini. Talan verð­ur um tríggjar ella fýra spæl­arar. Onkur er fyrrverandi spælari hjá okkum og onkrir eru út­lendingar. Talan er um ein danskara og ein polending. So mik­ið kann eg siga, sigur Hans Johannessen.
Keldur vilja vera við, at Gudmund Nielsen verður aftur at síggja í B71-troyggjuni. Har­um­framt skulu bæði Rasmus Nielsen og Símun Hansen vera upp á tal, men hetta eru óvátt­að tíðindi.