Tá ið ein tími var farin av einasta landskappingardystinum, sum varð spældur í dag, bendi alt á, at heimaliðið var á veg ímóti sigri og trimum stigum.
B71 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ. Talan var um útsettan dyst frá 15. umfari.
Gestirnir fóru aftur um Skopunarfjørð við 3-2 sigri, og tað fegnast teir sjálvsagt um. Sigurin ber við sær, at NSÍ er næstfremst við 32 stigum, og hann var vunnin av liði, sum ikki var serliga væl mannað. Eingin teirra, sum plaga at vera á besta liðnum, var við á Sandi, og tað vóru bara tveir skiftisspælarar.
Tað eru fimm stig aftur til HB á triðja plássi, og tað eru trý stig fram til Víking, ið er ovast við 35 stigum.
Fyrsta tíman var tað einki, sum bendi á, at NSÍ fór at vinna fulla úrtøku. B71 hevði í fyrra hálvleiki lotið undan. Tá hevði heimaliðið fleiri hornaspørk og fleiri upplagdar málmøguleikar, men tað eydnaðist bara at skora eitt mál, og tað vísti seg at enda at vera dýrt.
Clayton Soares skoraði málið í 26. minutti.
Tá ið 59 minuttir vóru farnir, økti B71 um munin til 2-0. Málskjútti var Jónas Warner, og Waldemar Schousboe átti uppleggið.
Í 68. minutti vóru teir á heimaliðnum óhepnir at gera sjálvmál, og tá tevjaðu gestirnir av álvara, at tað skuldi bera til at vinna úrtøku.
Eitt korter undan leikloki javnaði NSÍ til 2-2. Málskjútti var Pætur Turiðarson Skipanes.
Næstu løtuna hevði B71 fleiri møguleikar at leggja seg framum aftur. Serliga stórur var møguleikin, sum innskifti Hans Oddson Hentze hevði.
Og so var tað, at Hans Marius Davidsen fýra minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið til 3-2.
Um eina viku fær B71 vitjan av AB, og í Runavík verður toppdystur, tá ið NSÍ fær vitjan av Víkingi.