B71 sekkjaði venjaran

Eftir greiða tapið fyri Skála hava sandoyingar gjørt av at siga Kára Reynheim úr venjarasessinum

 

Fótbóltur


Tá B71 um vikuskiftið fer á Skála, har seinni dysturin um upp- og niðurflyting er á skránni, verður tað ikki við Kára Reynheim sum venjara.

Úrslitini á Sandi hava ikki verið av teimum bestu hetta kappingarárið, og eftir at fyrri dysturin móti Skála endaði við einum 4-1 tapi, gjørdi leiðslan í felagnum av, at siga venjaranum úr starvinum.


Ikki bara úrslit

Formaðurin í B71, Pól Klementsen, sigur við Sosialin, at úrslitini tó ikki hava verið einasta orsøkin til, at felagið hevur koyrt venjaranum úr starvinum.

- Úrslitini hava sjálvandi havt sítt at siga, men í fleiri førum hevur Kári borið seg sera illoyalt at mótvegis felagnum, og hetta hava vit ikki kunna góðtikið, sigur Pól Klementsen.

Spuirdur, um nevndin hevur gjørt av, hvør skal standa við stýrisvølin, tá B71 um vikuskiftið fer inn á Skála, sigur formaðurin, at talan verður um ein gamlan kenning hjá felagnum.

- Vit hava spurt okkum fyri hjá Piotr Krakowski, og hevur hann játtað at givið okkum eina hjálpandi hond til hendan dystin. B36 hevur eisini givið sítt loyvi, so tað verður Piotr.


Fáorðaður

Tað var mánakvøldið, at Kári Reynheim fekk boðini um uppsøgnina, men sjálvur hevði venjarin ikki so nógvar viðmerkingar, tá vit týsmorgunin fingu orðið á hann.

- Eg haldi bara, at hatta er ein ógvuliga keðiligur endi fyri báðar partar, og eg dugi ikki at síggja, at nakar skal fáa nakran fyrimun av hesum, var einasta viðmerkingin, sum Kári hevði til uppsøgnina.

Kári kom annars aftur í føroyska fótbóltsheimin undan hesum kappingarárinum, eftir at hann í nøkur ár hevði virkað sum venjari í Noreg. Eftir at hann sum leikari hevði gjørt vart við seg sjálvan á bæði landsliðnum og í teimum báðum havnarfeløgunum, nam hann sær venjaraútbúgving í Danmark, eins og hann hevur tikið stóran part av norsku venjaraútbúgvingini.