B71 rindar uttan trupulleikar

Tað sigur Ragnar Fossdalsá, formaður í B71, við Rás2 fyrrapartin.

 

Hann greiðir frá, at tað er semja millum fótbóltsfelagið og Frankie Jensen um endurgjaldskravið.

 

- Pengarnir verða fluttir skjótast tilber, sigur Ragnar Fossdalsá.

 

Frankie Jensen krevur pengar frá B71, tí hann varð uppsagdur sum venjari í fjør, hóast sandoyingar høvdu kós móti uppflyting. Tað var stríð millum venjaran og leikararnar, sum ikki ynsktu at spæla undir Frankie Jensen.

 

Tí noyddist B71 at siga venjaranum úr starvi, hóast Frankie Jensen var sáttmálabundin til kappingarendan í 2010.