Fyri tveimum vikum síðani gjørdi Spormaster samstarvsavtalu við felagið í Sundalagnum, og tá segði John Norðbúð Thomsen, leiðari í Sportmaster, at hetta helst ikki fór at vera tann seinasta avtalan av sínum slag.
Minni enn ein vika gekk, so kom tann næsta slíka avtalan í lag. Hósdagin 18. januar gjørdu B71 og Sportmaster nevniliga eisini samstarvsavtalu. Henda avtalan minnir nógv um avtaluna, sum EB/Streymur og Sportmaster skrivaðu undir. Avtalan ger, at B71 fer at spæla í Nike búnum komandi ár. Búnin fer at minna sera nógv um búnan hjá brasilska landsliðnum.
John sigur, at B71 er ein av elstu kundunum hjá Sportmaster. Felagið hevur nýtt Sportmaster líka frá byrjan av, og tí var ikki ringt at gera ein avtalu, sum fevnir um fimm ár.
Sandoyingar eru eisini fegnir um avtaluna. Formaðurin í B1, Ragnar Fossdalsá segði, at hetta er longsta avtalan av sínum slag, sum B71 nakrantíð hevur havt. Hann var eisini sera fegin um hesa avtaluna, tí nú var framtíðin, tí nú var framtíðin tryggjað hesum viðvíkjandi.