Tað gongur ikki væl hjá B71 á heimavølli. Fleiri ferðir fyrr í ár hava teir bláu og gulu ikki fingið ta úrtøku, sum málmøguleikarnir á heimavølli hava lagt upp til.
Sunnudagin vitjaði VB/Sumba, og fyrstu løtuna var tað einki, sum bendi á, at einki mál skuldi verða skorað. B71 legði bragdliga fyri, og teir spældu seg beinanvegin til tveir upplagdar møguleikar. Símun Hansen var leysur við málverjanum, men bólturin fór skeivu megin stólpan, og lítla løtu seinni var aftur um reppið, at B71 legði seg á odda. Men eftir innlegg frá Clayton var Rasmus Nielsen akkurát ov seinur fram at beina bóltin í málið aftanfyri stinna Vlada Filipovic.
VB/Sumba er ikki væl statt. Men í staðin fyri at grava gott gamalt fram, so hevur felagsliðið sett sær fyri at byggja upp av nýggjum. Talan er um nýtt ættarlið av evnaríkum spælarum. Teir fáa nógvar royndir, og uttan mun til um tað fer at eydnast at bjarga illa staddu skútuni, ella um liðið noyðist tungu leiðina niður í næstbestu deildina, so er einki at ivast í, at VB/Sumba skjótt fer at verða við aftur.
Dan Djurhuus plagar at vera einsamallur eftir at teimum, sum fyri sjey árum síðani vunnu FM heitið. Hann var eisini einsamallur millum teir fyrstu ellivu á Sandi av gomlu garduni. Tá ið tað restaði stórt korter varð ein annar av FM veteranunum, Palli Augustinussen, settur á vøllin.
Einki sæst til álopsveteranin Birgir Jørgensen. Hann sigst vera givin, men nú fæst at síggja. Sovorðin tíðindi hava fleiri ferðir fyrr ljóðað sunnan úr Vági!
Líkindini vóru einki serlig. Tað regnaði, og fríska høgættarlotið lá tvørtur um vøllin og var til ampa fyri skipað fótbóltsspæl.
Eftir trilvandi fyrstu løtuna menti VB/Sumba seg, og sum tíðin leið, lógu teir ikki undir. Heldur kendist tað í 2. hálvleiki soleiðis, at tað vóru teir, sum stríddust fyri at fáa fatur í øllum stigunum, meðan teir á heimaliðnum meiri tóktust at finna seg í, at tað heldur ikki hesa ferð skuldi eydnast at fáa meiri enn eitt stig á heimavølli.
Ikki at fáa fult á heimavølli er ikki ókend støða hjá sandoyingum. Hetta var áttandi heimadysturin í ár, og higartil hevur tað bara eydnast at vunnið tvær ferðir – 2-1 ímóti HB í 12. umfari og 1-0 ímóti AB í 14. umfari.
Jón Krosslá Poulsen og serliga Marko Moravsic vóru vandamiklir í álopinum. Símun Rógvi Hansen sýndi fína bjarging eftir roynd frá Marko, og eftir innlegg úr høgru hevði fluktari hjá Jón Krosslá Poulsen røttu kósina, men B71 verjan blokeraði til hornaspark.
Tá ið lítil løta restaði, fór bólturin í málið, men dómarin, Eiler Rasmussen, sum mikukvøldið skal døma steypafinaluna, kolldømdi fyri rangstøðu. Metingin hjá dómaranum var, at maðurin, sum eftir retur frá málverjanum beindi bóltin í málið, hevði verið rangstaddur, tá ið frísparksinnleggið kom inn fyri málið.
VB/Sumba hevur fýra tær seinastu ferðirnar á útivølli megnað javnleik, meðan tað hevur verið meiri striltið á heimavølli. Um teir høvdu havt fingið størri úrtøku burturúr onkrum av ferðunum norður um, hevði støðan á stigatalvuni verið øðrvísi, enn hon nú er tað. Men uttan mun til, hvussu tað fer at enda, so vísti hugburðurin og avrikið hesa ferð, at tað er ikki av leið at rokna við, at tað eisini í framtíðini verður Formula fótbóltur í Suðuroy.
Eingin ivi er um, at tað eisini í 2008 verður sunnudags fótbóltur í Sandoy. Um úrtøkan á heimavølli hevði verið tann, sum hon hevur verið á útivølli, so kundi B71 havt verið uppaftur betri fyri á støðutalvuni, enn sandoyingar nú eru tað.