B71 og FS Vágar tørna saman

Botnliðini spæla sera týdningarmiklan dyst í dag

Tað er lagt upp til eitt brak av einum fótbóltsdysti, tá botnliðini B71 og FS Vágar hittast á Sandi í morgin.

FS Vágar liggur í løtuni aftast í 1. deild, og hevur ikki vunnið sær nakað stig enn. B71 er næstaftast, og seinasta umfar fingu teir sítt fyrsta stig, tá teir spældu javnt móti B68 á Svangaskarði.

Fyri spælandi venjaran hjá FS Vágar verður tað eitt øðrvísi upplivilsi at fara til Sands at spæla. Piotr Krakowski var í nógv ár spælari og venjari á Sandi, áðrenn hann í fjør flutti til FS Vágar.

Hetta er fyrsta ferðin, at Piotr nú skal spæla á Sandi ímóti B71.

­ Tað verður ein trupul og tættur dystur, men vit fara suður fyri at fáa í minsta lagi ein javnleik burtur úr, sigur Piotr Krakowski.

Hann hevur allar sínar mans tøkar uttan Mikkjal Danielsen, sum fekk reytt kort seinasta vikuskiftið, og tí er leikbannaður. Torkil Nielsen, sum saman við Jonhardi Joensen hevur mannað álopið seinastu dystirnar, noyddist út við skaða í fótinum seinast, men hann verður eftir øllum at døma klárur í morgin.


Útisetar koma heim

Hjá B71 kemur tað til góðar, at fleiri útisetar nú koma heim í summarfrí, og tríggir mans, sum hava tikið mong tøk saman við B71, eru heima um vikuskiftið.

Teir eru Rúni í Soylu, Frankie Jensen og Jógvan Jón Petersen, og ið hvussu er tveir av teimum vera við í morgin. Hávardur Johannesen, sum hevur spælt á høgra vongverja, er burturstaddur og verður ikki við.

Seinast manglaði B71 póllendska málverjan Valdemar Nowisci, tí hann var skaddur, men hann er komin so væl fyri seg nú, at tað er púra vist, at hann stendur millum B71-stengurnar í morgin.

­ Nógv fólk halda, at dysturin móti FS Vágum er seinasti kjansur hjá okkum, og hetta er ein uppgerð um niðasta og næstniðasta pláss í deildini, men soleiðis síggi eg ikki dystin, sigur Eli Hentze, spælandi venjari hjá B71.

­ Dysturin hevur stóran týdning, og eingin skal ivast í, at vit ætla at vinna hann, men tað er framvegis meira enn helvtin av kappingini eftir at spæla eftir hendan dystin, og nógv kann framvegis henda.


Í fullum álvara

Dysturin í morgin kann gerast tættur og spennandi, og liðini vera uttan iva sera uppsett til dystin.

­ Fortreytirnar til ein slíkan dyst eru heilt øðrvísi enn tá tú til dømis spælir móti HB ella GÍ, tí nú halda fólk, at at vit eiga at vinna, og so er vandin beinanvegin, at tú tekur ov lætt uppá uppgávuna, sigur Eli Hentze.

­ Vit hava tosað um tað fyrr, og eg fari at endurtaka tað fyri spælarunum, at tað nyttar einki, at vit taka lætt uppá hesa uppgávuna. Hon verður minst líka torfør, sum allar hinar. FS Vágar ætlar sær sjálvandi eisini at fáa okkurt burtur úr dystinum, og tað verður trupult hjá okkum at vinna.

Seinastu fimm árini hava vágalið tríggjar ferðir vitjað á Sandi, og tey hava ikki vunnið. Í 1992 endaði javnt 2-2 millum B71 og SÍF, og bæði í fjør og fyrraárið vann B71 á FS Vágum.