B71 og AB spæla 7. november

Fýra spælarar hjá sandoyingum eru koyrdir í sóttarhald, og tí er dysturin millum B71 og AB, sum skuldi vera leygardagin 30. oktober, útsettur til sunnudagin 7. november

Fýra spælarar hjá sandoyingum eru koyrdir í sóttarhald, og tí er dysturin millum B71 og AB, sum skuldi vera leygardagin 30. oktober, útsettur til sunnudagin 7. november, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Stórur spenningur er undan dystinum millum B71 og AB, tá hesi bæði liðini møtast í ársins seinasta umfari í 1. deild hjá monnum. Undan dystinum er støðan nevniliga tann, at vinnarin – argjamenn klára seg eisini við javnleiki – fylgir Skála upp í Betri Deildina komandi ár.

 

Men í løtuni er greitt, at avgerandi dysturin millum B71 og AB, sum skuldi vera Inni í Dal á Sandi leygardagin 30. oktober, er útsettur. Orsøkin er korona í hópinum hjá sandoyingum.

 

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at avgerandi uppflytingardysturin í staðin verður spældur sunnudagin 7. november.