B71 niður í 2. deild

Fótbóltur: Fleiri óvæntað úrslit á seinasta fótbóltsleikdegi í árinum

Nú er tað veruleiki, at B71 spælir næsta kappingarár í 2. deild.

Eftir dystirnar um vikuskiftið eru mest sum allar avgerðirnar fallnar, og tá sandingar taptu 6-3 fyri B36 á heimavølli, noyddust teir at lúta og fara í 2. deild.

FS Vágar var undan seinasta leikumfari framvegis í vanda, men teir stóðu fyri helst mest óvæntaða úrslitinum hetta vikuskiftið tá teir spældu 2-2 í Gøtu. Undan hesum dystinum, hevði FS Vágar tapt allar sínar 8 útidystir.

Í Havn stóð ÍF fyri einum óvæntaðum úrsliti, tá teir fingu 3-3 javnleik móti HB. HB kom tíðliga á odda 2-0, men fuglfirðingar góvu ikki upp.

Í Klaksvík endaði javnt 2-2 millum KÍ og B68, og í Vági vann VB 3-0 á NSÍ. B36 er føroyameistari, HB vann silvur og GÍ bronsu.

Í botninum er B71 farið í 2. deild, meðan FS Vágar skal spæla tveir dystir móti TB um eitt pláss í 1. deild.