Heimasíða
www.b71-sandoy.com. Soleiðis eitur nýggjasta av teimum almennu føroysku fótbóltsheimasíðunum, og tó at talan er um eitt av smærru feløgunum í landinum, so er hetta als ikki nakað, sum sæst á heimasíðuni.
Tvørtur ímóti man talan vera um eina av teimum heimasíðunum, sum í útsjónd eru ruddiligast og hentast at ferðast inni á. Stórur dentur tykist vera lagdur á tíðindapartin á síðuni, og tað eru á ongan hátt bert lokal tiðindi, sum her eru at lesa. Væl verður fylgt við í altjóða fótbóltinum, einjs og tíðindi úr øllum tí føroyska fótbóltsheiminum eru at síggja.
Hartil eru sja´lvandi eisini hópin av upplýsingum um sjálvt B71. Venjingartíðir, søga, lógir og eisini dómarabólkar kunnu finnast uttan stórvegis hóvasták, og yvirhøvur tykist vera lætt at fáa fatur í ábyrgdarpersónunum í felagnum.
Yvir høvur ein sera góð heimasíða, sum í øllum førum í útsjónd og funktionaliteti leggur flestu kappingarneytarnar afturum við fleiri bátslongdum.