B71 nýggjan formann

B71 fekk mánakvøldið nýggjan formann. Ársaðalfundur var, og hóast undirtøkan fyri fundinum ikki var tann stóra, eydnaðist tað at manna nevndina. Eli Hentze, sum hevur verið formaður, verður nú næstformaður, meðan nývaldi Ragnar Fossdalsá verður nýggjur formaður í B71. Hinir í nevndini eru Hans F. Hansen, Bergleif Sólsker og Magnus Olsen.