B71 misti í evstu løtu

Tað var um reppið, at sandoyingar fingu fulla úrtøku annað vikuskiftið á rað, men við einum ótrúligum langskotið frá Bartali Eliasen megnaði GÍ at fáa annað sigið við heimaftur

B71-GÍ 2-2 (2-0)


Undan kappingarársbyrjan vóru helst mong, sum høvdu hug at seta B71 skeivu megin niðurflytingarstrikuna, tá gitt varð um, hvussu ymsu liðini fóru at standa seg í 2000-útgávuni av landskappingini.

Nú trý umfør eru leikt, hava sandoyingar tó longu ognað sær fýra stig, og havandi mótstøðuliðini í dystum í huga, er als ikki óhugsandi, at samlaða úrtøkan fer at verða ivaleysa góð til at bjarga teimum lívið í fremstu deildini.

Tá teir fyri viku síðani vunnu í Vági, skuldi tó eitt málmansavrik av teimum heilt stóru til, áðrenn stigini vórðu bjargað, og við góðari hjálp frá Waldemar Nowicki, var tað um reppið, at teir eisini fingu fulla úrtøku burtur úr dystinum á Sandi móti GÍ.


B71 fekk málini

Gongdin í dystinum sunnudagin var hin sama, sum hon so ofta hevur verið, tá B71 er annað liðið á vøllinum.

Við skilagóðum verjuspæli royndu teir at byrgja fyri gøtuálopunum, fyri síðani at satsa upp á kvik mótálop, har bólturin við fáum millumstøðum skal fáast niðan í brotsteigin hjá mótstøðuliðnum.

Hetta spæl hevur fyrr verið viðvirkandi til fleiri góðar sigrar, og hóast liðið ikki er eins sterkt, og tað var í eitt nú 1989, so er hetta framvegis ein uppskrift, sum kann kasta nøkur stig av sær.

Í Waldemar hevur liðið eisini ein sera tryggan aftasta skansa, og sunnudagin prógvaði hann enn einaferð, at aldurin er eingin forðing hjá einum málverja. GÍ hevði nevnliga bóltin rætutliga fittan part av tíðini fyrstu trý korterini, og teir megnaðu eisini at leika seg fram til nakrar góðar møguleikar. Pólverjin vardi tó fyri tí, sum kom, og ístaðin kundi sandoyingar tvær ferðir skjota bóltin í málið.

Fyrsta málið kom, tá góðir 20 minuttir vóru leiktir. B71 átti fríspark í høgru síðu, og tá bólturin varð sendir innfyri, var Jógvan Jón hægstur, og kundi hann beina bóltin í málið til 1-0.

Tíggju minuttir seinni var aftur vandi á ferð framman fyri GÍ málið. Eftir skjótt mótálop varð bólturin stungin fram til nýggja leikaran hjá B71, danan Alex Nielsen, sum við skjótleika sínum slapp inn um GÍ verjuni, og hegnisliga lobbaði hann bóltin upp um Sunnvard Joensen, sum kanska var nakað uttarlaga staddur.


GÍ átti alt

Høvdu gøtumenn havt eitt hampuligt trýst á sandoyingar í fyrra hálvleiki, so var hvaðna verri hjá heimaliðinum í seinna.

Frá teirri løtu teir komu á vøllin eftir hálvleikssteðgin, áttu gøtumenn so at siga alt spælið. Sandoyingar løgdu seg kanska ótilvitað ov aftaliga á vøllinum, og hetta viðførdi eisini, at konstruktivum kontraspæli var lítið og einki av seinnapartin av dystinum.

Gøtumenninir fingu eisini hópin av málmøguleikum burturúr trýstinum, og tá níggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, hevði Súni Olsen minkað um munin. Hetta hendi tá gøtumenn vunnu bóltin á miðvøllinum, og beinanvegin varð Súni leiktur leysur. Staddur nakað til vinstru á brotsteigarmarkinum langaði hann til, og bólturin sat í netinum uttan møguleika hjá Waldemar.

Sum nevnt, so høvdu gøtumenn fleiri heilt góðar møguleikar eftir hetta, men framvegis vardi Waldemar fyri so at siga øllum, og var tað ikki fyri einum ótrúligum máli frá Bartali Eliasen, so vóru øll stigini verandi á Sandi.

Staddur einar 30-40 metrar úti frá málinum royndi Bartal seg við langskotið, og í eini beinari linju fór bólturin heilt upp í málhornið. Waldemar mundi tó eisini bjargað hesi royndini, men av Sandi frætta vit, at hevði hann megnað at vart fyri hesum, so høvdu tey helst verið noydd at reist eina standmynd av pólverjanum, somikið hart og gott var skotið hjá Bartali.


Er á eini leið

Sandoyingarnir hava nú fingið fýra stig burtur úr teimum trimum fyrstu dystunum, og hetta munnu teir eisini vera nøgdir við, havandi mótstøðuliðini í huga.

Hetta ásannaði liðskipari teirra, Eli Hentze, eisini eftir dystin sunnudagin, men kortini iðraði hann seg um, at teir ikki høvdu fingið meira burtur úr teimum báðum heimadystunum, sum teir higartil hava leikt.

- Móti HB taptu vit tepurt, og her varð tað so javnleikur, hóast vit í hálvleikinum vóru á odda við tveimum málum. Hinvegin vóru vit undir einum øðiligum trýsti í Vági, so samanumtikið mugu vit nokk vera nøgdir, segði Eli um gongdina higartil.

Eru sandoyingar nøgdir um úrtøkuna higartil, so munnu gøtumenn ikki sita við heilt somu kenslu. Ikki tí, undan kappingarársbyrjan vildu teir vera við, at teir helst ikki fóru at verða eins eyðsýndir í ár, sum teir hava verið í nítiárunum. Hinvegin er ongantíð stuttligt at vera í miðjuni, tá tú ert vanur at halda til ovarlaga á stigatalvuni.

Enn er tó stutt útliðið á árinum, og um eina viku hava gøtumenn so aftur ein møguleika at toga seg nakað upp eftir stiganum. Talan verður tó ikki um nakra lætta uppgávu, tá verandi føroyameistararnir úr Klaksvík koma á vitjan. Higartil hava klaksvíkingarnir tó ikki sýnt nakað meistaraspæl enn, og við sigri á KÍ kann GÍ enn einaferð prógva, at teir eisini eiga at roknast við, tá tosað verður um, hvussu málmurin skal býtast hetta kappingarárið.


B71-GÍ 2-2 (2-0)


1-0 Jógvan Jón Petersen 21.

2-0 Alex Nielsen 31.

2-1 Súni Olsen 54.

2-2 Bartal Eliasen 79.


Dómari: Oddmar Andreasen


B71:

Waldemar Nowicki - Bernhard Petersen, Jón Brekku, Jógvan Jón Petersen - Rúni í Soylu, Kári Sørensen, Julian Florescu, Eli Hentze, Kári Nielsen - Høgni Hansen, Alex Nielsen


GÍ:

Sunvard Joensen - Áslakur Petersen, Bartal Eliasen, Martin Thomsen, Súni Olsen - Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Pauli Jarnskor - Henning Jarnskor, Helgi L. Petersen, Rúni Justinussen