B71 hevur minkað um munin heima á Sandi. Teir høvdu ikki meir enn givið bóltin upp á miðjuni, so lá bólturin í málinum hjá EB/Streymi.
B71 breyt ígjøgnum síðuna, og bólturin bleiv sendur inn í brotsteigin. Hann ferðaðist allan vegin til málmannin hjá EB/Streymi, men hesin fekk ikki fatur á bóltinum, sum so endaði í málinum. Málið fekk Eirikkur Poulsen.