Fótbóltur
TB er av álvara farið undir at fyrireika seg til enn eina roynd at vinna uppflyting í Formula deildina í fótbólti. Í vikuskiftinum hava teir skrivað undir sáttmála við tríggjar spælarar, veit Suðuroyar portalurin at siga.
Ein teirra, Dan Mortensen, var ein part av síðsta kappingarári á TB liðnum. Hinir báðir eru nýggir spælarar á Sevmýri. Annar teirra er Hartmann Hansen úr Vági, og hin er Bergleif Sólsker.
Serliga merkisvert er tað, at Bergleif Sólsker nú fer at spæla við TB. Bergleif hevur spælt við B71, sum eftir uppflytingina í heyst skal royna seg í bestu deildini. Bergleif Sólsker hevur talst millum stuðulsspælararnar hjá B71. Hann hevur verið miðverji og trý tey seinastu árini liðformaður.
Nú skal B71 royna seg í bestu deildini, men Bergleif Sólsker verður altso framvegis í næstbestu deildini.