B71 klatrar víðari

B71 vann ígjár ein týdningarmiklan 1-0 sigur á argjamonnum heima á Sandi. Hóast AB hevði bóltin meir, so var tað B71, ið skapti møguleikarnir. Var tað ikki fyri Heðin Stenberg í AB málinum, so kundi sigurin verið væl størri hjá heimaliðið.

Einsamalla málið í dystinum skoraði innskifti Ebbe Kristin Thomsen stutt fyri hálvleik. Hann rak framvið fleiri argjamonnum í vinstru síðu og smekkaði bóltin í málið umvgis stongina. B71 liðið lá aftarliga á vøllinum og spældi uppá skjótálop. Teir komu til fleiri góðar møguleikar men hvørja ferð stóð Heðin Stenberg í vegin. Fyrst var yað Mikkjal Hentze, ið var leysur og seinni høvdu bæði Ebbe Kristin og Símun Hansen góðar møguleikar, men Heðin bjargaði.
Tað var týdningarmikið fyri okum at fáa luft oman til AB og FC Suðuroy. Eg haldi at sigurin er uppiborðin. Vit høvdu fleiri stór­ar møguleikar, ið vit skulu skora uppá. Eg haldi ikki AB hevði nakran møguleika, so eg haldi tað er uppi­borið, sigur Høgni Midjord.
Málið hjá B71 kom í yvirtíðini í fyrra hálvleiki.
Vit koma á odda í yvirtíðini í fyrra hálvleiki og loysti orduliga upp hjá okkum. Ebbe Kristin er akkurát komin tá og eg haldi faktist, at hann skorar fyrstu ferð hann hevur bóltin, sigur Høgni Midjord.
B71 hevur nú 12 stig á triðj aftasta plássi. Teir hava við sigrinum lagt sjógv ímillum seg og hini bæði liðini í botninum.
Munurin á okkum og AB í dag er, at vit skapa møguleikar, meðan teir ikki skapa nakað. Tað er týdningarmikið fyri okkum at vinna hesar heimadystirnar, sigur Høgni Midjord
B71 skal mikukvøldið í Gunda­dal at spæla imóti B36, sum ikki hevur vunnið í átta lands­kapp­ingardystinum.
Vit hava vunnið tveir teir sein­astu dystirnar og vilja meir enn gjarna vinna tað triðja eisini. Vit fara altíð á vøllin fyri at vinna og vit hava góðar vónir til mikukvøldið, sigur Høgni Midjord.