Eftir tvær ferðirnar seks mál ímóti sær á útivølli eigur VB/Sumba hesa ferð heimavøll. Vánirnar fyri at bjarga sessinum í Formuladeildini eru lítlar ella rættari ongar. VB/Sumba hevur burturúr 223 dystum vunnið 11 stig. Tað eru 12 stig fram til triði aftasta plássið, og eingin – heldur ikki tey í VB/Sumba – halda tað vera realistiskt, at tað skal bera til at bjarga sær.
- Men vit skylda okkum sjálvum, viðhaldsfólkunum og øllum øðrum at leggja tað fyri, sum vit megna, verður sagt úr Vági.
Um talan skal verða um bjarging, so er tað B71, sum fatur skal fáast á. Takið hjá sandoyingum er fyrst og fremst at renna undan AB, sum er seks stig aftanfyri. Við úrtøku á Vágseiði kunnu sandoyingar næstan tryggja sær rættin eisini næsta ár at spæla í fremstu røð.
Felags fyri bæði VB/Sumba og B71 er tað, at úrtøkan síðani summarsteðgin hevur verið ógvuliga lítil. B71 hevur burturúr seks umførum vunnið tvey stig. Annað vunnu teir í málleysum heimadysti ímóti júst VB/Sumba, og hitt vunnu teir síðsta sunnudag á Skála. Tá var aftur málleysur javnleikur.
B71 hevur síðani í summar havt stórar trupulleikar at skjóta mál. Í seks dystum er málmunurin 3-12!
Hjá VB/Sumba gekk tað í fyrstu umførunum eftir summarsteðgin illa at finna mótstøðumálið. Tvær tær seinastu ferðirnar hava teir í VB/Sumba skorað ávikavíst trý og tvey mál á útivølli, meðan tað í verjupartinum hevur gingið illa. Málmunurin seks tær seinastu ferðirnar hevur verið 7-18, og úrtøkan hevur verið eitt stig!









