Toppskjúttin í næstbestu deildini, Clayton Soares, hevur júst gjørt nýggjan 2-ára sáttmála við B71, har hann hevur spælt seinastu trý árini. B71 liggur til at flyta upp í bestu deildina næsta ár, og tað er ikki minst takka verið teimum mongu málunum frá Clayton. Onnur feløg hava víst áhuga fyri toppskjúttanum, men nú hevur hann gjørt av at spæla við B71 næstu tvey árini. Clayton Soares hevur skotið 36 mál í kappingini í ár, men fyrradagin misti hann 11 mál, tá ið VB/Sumba varð koyrt úr kappingini í 1.deild.










