B71 hevur sett ungdómsvenjara

- Eftir ætlan byrjar nýggi ungdómsvenjarin í starvinum seinast í februar, veit B71 at siga.

 

- Sum liður í góða ungdómsarbeiðnum hjá B71 hevur felagið verið úti og kannað møguleikan at seta ein fulltíðar ungdómsvenjara í starv. Felagið hevur annars havt sera góðar royndir við ungdómsvenjarum.

 

Tað sigur B71 á sínari heimasíðu.

 

Nú nýggjur ungdómsvenjari er settur, heldur felagið fyri, at tað munnu vera fá í Sandoynni, sum ikki minnast tað góða arbeiðið, ið Martin Kúrberg gjørdi, umframt at Dragan Kovacevic eisini var í starv sum ungdómsvenjari eitt skifti.

 

- Báðir gjørdu eitt fram úr arbeiði við børnum og ungdómi og prógvini fyri, at ein tílík satsing riggar, sæst týðiliga á teimum fótbóltsúrmælingum, ið felagið hevur uppalt.

 

B71 vísir á, at Bakary Bojang, sum nú er settur sum ungdómsvenjari, er 30 ára gamal. Hann leikti í felagnum árini 2011 og 2012, umframt at hann longu tá tók sær av venjing í felagnum. Hann er eisini royndur yrkisleikari í Danmark.

 

- Hesa seinastu tíðina hevur nýggi maðurin verið undir lesnaði í Danmark, og eftir ætlan kemur hann aftur til Føroya og byrjar í starvinum sum ungdómsvenjari seinast í februar, veit B71 at siga.