B71 gjørdi bart í Gøtu

1. DEILD: Fyri fjórðu ferð á rað fóru sandoyingar ósigraðir av vøllinum, tá ið teir í kvøld vunnu á útivølli ímóti favorittunum í Víkingi

Tijani Mohammed var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 í kvøld vann 4-2 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi

Stigatalvan segði, at teir næstbestu hjá Víkingi í kvøld vóru favorittar á heimavølli, tá ið teir høvdu vitjan av B71.

 

Men tað vóru sandoyingar, sum vunnu øll stigini. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, var úrslitið 4-2 til B71. Hetta er fjórða ferðin á rað, at B71 fer ósigrað av vøllinum. Undanfarnu tríggjar ferðirnar er tað endað 1-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi og HB og við 6-0 heimasigri ímóti B68.

 

Hálvleiksstøðan í Sarpugerði var 3-1 til B71. Øll málini í fyrra hálvleiki vórðu skorað innanfyri 10 minuttir miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tijani Mohammed legði gestirnar á odda bæði 1-0 og 2-0. Nú hevur hann í átta dystum í landskappingini skorað sjey mál, og hetta var triði landskappingardysturin á rað, at hann var málskjútti.

 

Fimm minuttir eftir, at B71 hevði lagt seg framum 2-0, svaraði Víkingur aftur. Talan var um sjálvmál, sum B71 verjuspælarin Alvi Jespersen var skrásettur fyri, og so var tað, at hesin sami Alvi Jespersen skoraði í hinum endanum og økti um munin til 3-1.

 

Tað kom av álvara spenningur í, tá ið Óla Kristian Skála Jacobsen smáar 20 minuttir undan leikloki minkaði um munin til 3-2. Hann hevur nú skorað fýra mál í ár. Og so var tað, at Kristian Krog Hentze í síðsta minutti staðfesti B71 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Víkingur hevur 15 stig, og B71 hevur 11 stig. Bæði liðini hava spælt átta dystir.

 

Tijani Mohammed var tvífaldur málskjútti, tá ið B71 í kvøld vann 4-2 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi